Annarhvør skoti hevði atkvøtt fyri tjóðskaparflokkinum

Annarhvør skoti hevði atkvøtt fyri tjóðskaparflokkinum
50 prosent svara, at tey velja SNP, um sigurin hevur við sær, at Skotland loysir frá Bretlandi
Nicola Sturgeon er fyrstiráðharri í Skotlandi og forkvinna í SNP.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.11.2022 - 09:13

Annarhvør skoti hevði atkvøtt fyri skotska tjóðskaparflokkinum SNP, um valsigurin hevði endað við fullveldi. 

Tað vísir nýggj meiningakanning.

"Find Out Now for Channel Four" hevur gjørt kanningina.

1.006 veljarar vóru spurdir í tímunum beint eftir, at bretski hægstirættur hevði staðfest, at stjórnin í Westminister skal geva heimild til nýggja fólkaatkvøðu um loysing.

Av teimum spurdu, svaraðu 50 prosent, at tey fara at atkvøða fyri SNP á næsta vali, um sigurin hevur við sær, at Skotland loysir frá Bretlandi.

 

Búskapur og loysing

Spurd, hvat hevur størstan týdning fyri tey, svara 26 prosent loysing, 61 prosent skotski búskapurin og almennar tænastur, og 13 prosent vita ikki.

Dómararnir í hægstarætti vóru einmælt samdir í dóminum, at skotska parlamentið hevur ikki myndugleika at fara undir tilgongd at skipa fólkaatkvøðu um loysing frá Bretlandi.

Fyrstiráðharrin í Skotlandi, Nicola Sturgeon, sigur, at hon fer at stríðast fyri skotskari loysing, so leingi sum hon orkar. 

- Eg haldi fram at stríðast fyri grundleggjandi aðalregluni um frælsi, sigur Nicola Sturgeon. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735