Rúni Djurhuus: Ein uppliving fyri lívið

Rúni Djurhuus: Ein uppliving fyri lívið
Føroyingar vóru eisini í Doha í Katar í gjár, tá Argentina vann heimsmeistaraheitið í fótbólti fyri triðju ferð
Rúni Djurhuus, Janus Joensen, Dennis Anghel og Soren Anghel til HM-finaluna í Katar í gjár.
 
19.12.2022 - 08:49

Argentina vann í gjárkvøldið fyri triðju ferð HM í fótbólti. Men neyðugt var bæði við longdari leiktíð og við brotssparkskapping fyri at dysturin kundi avgerast. 

Argentina vann gull og Frakland silvur.

- Hetta er uppliving fyri lívið, sigur havnarmaðurin, Rúni Djurhuus, sum var til finaluna á Lusail-leikvøllinum í Doha í Katar í gjárkvøldið.

- Argentina er rætti vinnarin, sigur hann:

 

19122022_Runi_Djurhuus

 


 

Við gullinum í gjár kundi 35 ára gamli Lionel Messi, ið akkurát ikki var føddur, tá ið Argentina vann HM seinast fyri 36 árum síðani, umsíðir stíga úr skugganum av Diego Maradona, sála.

Messi hevði longu skrivað søgu, tá ið HM-finalan var bríkslað í gongd, tí hann hevur spælt flestar HM-dystir. Hetta var 26. HM- dystur hansara, og tað er ein meira enn týskarin, Lothar Matthäus, spældi í síni tíð.

Messi var í gjárkvøldið eisini kosin besti leikari í HM-endaspælinum.

 


 

 

 

 

 

 

 

Rúnui Djurhuus, Janus Joensen, Soren Anghel og Dennis Angel

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360