610.000 tons av feskfiski vórðu landað í fjør

610.000 tons av feskfiski vórðu landað í fjør
Nøgdin var størri enn í 2021, men prísurin í fjør var betri enn í 2020
26.000 tons meira av feskfiski vóru landað í fjør enn í fyrraárið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.01.2023 - 08:20

Í fjør fóru 610.525 tons av fiski gjøgnum avreiðingarskipanina í Føroyum.

Hetta eru 26.000 tons meira enn í 2021, men 8.000 tons minni enn í 2020.

Men prísurin var betri í fjør enn í 2020.

Tí hóast tonsini vóru fleiri í 2020, var virðið nógv minni. Tað var fýra milliardir og góðar 324 milliónir í fjør.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Avreiðingarvirðið í 2020 var tríggjar milliardir og slakar 80 milliónir.

Í 2021 var fiskur avreiddur fyri tríggjar milliardir og góðar 430 milliónir krónur. 

Feskfiskur, tó ikki svartkjaftur, fer um avreiðingarskipanina. 

Avreiðingarnar eru landað vekt, ikki verður lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt ella ósløgt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595