Sambandsflokkurin: Arbeiðsinntøka skal ikki mótroknast í pensjónini

Sambandsflokkurin: Arbeiðsinntøka skal ikki mótroknast í pensjónini
Sambandsflokkurin hevur eisini lógaruppskot um inflasjónsískoyti
Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum.
 
07.03.2023 - 15:34

Sambandsflokkurin hevur lagt fleiri uppskot fyri tingið í dag.

Flokkurin skjýtur m.a. upp at broyta tøkugaldið í alivinnuni soleiðis, at tað tekur støði í uppskotinum, sum undanfarna landsstýri arbeiddi við, har lagt verður upp fyri framleiðslukostnaðinum og stigvaksandi gjaldi, tá vinningurin er stórur.

Sambandsflokkurin hevur eisini lógaruppskot um inflasjónsískoyti og at arbeiðsinntøka skal ikki mótroknast í pensjónini. 

- Tey, sum eru hart rakt av hækkandi prísum og rentuhækkingum, eiga at fáa styrk, og pensjónistar eiga at kunna átaka sær lønandi arbeiði, uttan at hetta verður mótroknað í pensjónini, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava í felag lagt fram uppskot til samtyktar um at heita landsstýrið um at seta vakmyndatól upp á serliga útsettum støðum í býarlívinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521