Bridge: Bogi fyri fjórðu ferð

Bridge: Bogi fyri fjórðu ferð
Bogi Simonsen og Bjarni Hólmar Einarsson vunnu Tórshavnar Bridgefestival, sum endaði í gjár. Hetta er fjórðu ferð, at Bogi Simonsen vinnur kappingina, sum í ár var í Dansifrøi
Bogi Simonsen og Bjarni Hólmar Einarsson vunnu bridgefestivalin um vikuskiftið
Mynd: Jákup Sørensen  
 
26.03.2023 - 15:38

Tórshavnar Bridgefestivalur endaði í gjárkvøldi og vinnararnir gjørdust teir somu sum í fjør, Bogi Simonsen og Bjarni Hólmar Einarsson.

Nummar tvey gjørdust Símun Lassaberg og Pól E. Egholm. Teir lógu leingi fremstir men dragnaðu móti endanum. Pól E. Egholm og Símun Lassaberg endaðu eisini á 2. plássi í fjør. Hauksson og Björn Þorláksson úr Íslandi endaðu á triðja plássi.

Hetta er triðju ferð, at Bogi Simonsen og Bjarni Hólmar Einarsson vinna Tórshavnar Bridgefestival. Teir vunnu í 2019 og í fjør. Í 2020 vann Bogi Simonsen saman við norska Nils Kvangraven, so Bogi hevur megnað at vunnið allar fýra festivalarnar, sum verið hava higartil.

120 bridgespælarar vóru við til Tórshavnar Bridgefestival hesaferð.

Komandi ár verður kappast frá 7. til 10. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595