Gull og silvur í altjóða kapping

Gull og silvur í altjóða kapping
Tvær føroyskar reiðkvinnur hava vunnið gull og silvurheiðursmerki á stórari altjóða kapping í gonguløgum í Herning
Frá kappingini í Herning.
 
07.04.2023 - 09:43

Tvær føroyskar reiðkvinnur hava vunnið gull og silvurheiðursmerki á stórari altjóða kapping í gonguløgum í Herning.

Hetta er størsta altjóða kappingin, har kappast verður innandura og sum telur við sum WRL-kapping. 

Tað vóru tær báðar Rakel B. Tindskarð og Elin V. Tindskarð sum umboðaðu Føroyar í kappingini. Báðar hava tær nýliga fingið nýggjar hestar, og spenningurin var stórur, nú hestarnir skuldi standa sína roynd. 

Tær báðar hava vant miðvíst til hesa kapping, og tað gekk eisini framúr væl. Tær kappaðust móti fremstu reiðfókunum úr Norra, Svøríki, Danmark og Týsklandi. 

HM í summar

Rakel kappaðist í greinini T1 - Young Riders og tá kappingin var av, stóðu hon og hesturin Silas Wom Forstwald ovast á sigurspallinum við einum gullheiðursmerki, úrslitið hjá teimum báðum var so gott at tey enntá sloppu at kappast við í finaluni hjá teimum vaksnu.

Elin V. Tindskarð og hesturin Oskar frá Breiðstøðum, kappaðust í greinini T2 hjá vaksnum. Teirra úrslit var eisini framúr gott. Í A-finaluni fingu tey neyvt sama úrslit, sum tann ið vann í innleiðandi. Dómaranir skuldi so taka avgerð um hvør skuldi vinna á degnum, og avgerðin fall tíverri ikki til fyrimuns fyri Elin og Oskar, sum tískil fingu eitt flott silvurmerki.

Elin V. Tindskarð sigur at bæði hon og Rakel B. Tindskarð venja miðvíst til HM kappingina, sum verður í Hollandi í summar, og at Icehorse Festival er ein liður í hesum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290