Føroyameistararnir aftur í finalunum

Føroyameistararnir aftur í finalunum
Verandi føroyameistararnir, Miriam Í Grótinum og Árant á Mýruni, hava spælt seg í finalurnar í badminton, sum verða til KONTRAST FM í morgin
Árant á Mýruni skal verja sítt FM-heiti í einmansleiki ímóti Jónasi Djurhuus
Mynd: Haldur Suni Johansen/BSF  
 
14.04.2023 - 12:28

Miriam í Grótinum úr HBF og Árant á Mýruni úr MBF skulu í morgin verja síni føroyameistaraheiti í einmansleiki á stóra FM-degnum, sum verður á Hálsi í Havn, skrivar Badmintonsambandið.

Hjá monnum verður talan um eina endurtøku av finaluni í fjør, tá Árant á Mýruni basti Jónasi Djurhuus úr HBF í eini spennandi finalu. Árant á Mýruni vann á Magnusi Dal-Christiansen í hálvfinaluni, meðan Jónas Djurhuus sendi liðfelagan, Ára Isfeldt, sum var í hálvfinaluni fyri fyrstu ferð, úr kappingini. 

Miriam í Grótinum vann sær finaluplássið eftir sigur á Lenu Mariu Joensen úr Klaksvíkar Badmintonfelag. Hon skal møta Miu Thorkildshøj, sum við at vinna á Bjarnhild í Buð Justinussen í trísettara, skal royna seg í FM-finalu í einmansleiki fyri fyrstu ferð.

Finalurnar leygardagin í Høllini í Hálsi byrjað klokkan 10:00, har Badmintonsamband Føroya saman við Judosambandinum og Borðtennissambandinum skipar fyri KONTRAST FM. Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá finalunum seinnapartin frá klokkan 13.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595