Jógvan og Fríða eru føroyameistarar

Jógvan og Fríða eru føroyameistarar
Hjá mans- og kvinnuunglingum vunnu Jógvan Hansen úr Sunda judofelag og Fríða Borgarlíð úr Skálafjarðar judofelag føroyameistaraheitið
Jógvan Hansen, Sunda judofelag, og Kjartan Gray, Havnar judofelag í dysti um FM hjá mansunglinum.
Mynd: Solby A. Christiansdóttir  
 
15.04.2023 - 11:16

Hjá mansunglingunum legði Jógvan hart út og vann sær eitt wasari, sum er hálvt stig, alt fyri eitt.

Kjartan Gray úr Havnar judofelag megnaði tó at standa í móti ágrýtna álopinum frá Jógvani, inntil Jógvan vann dystin við einum kasti og fekk ippon. 

Mansunglingar:

Nr. 1: Jógvan Hansen, Sunda judofelag 

Nr. 2: Kjartan Gray, Havnar judofelag 

Nr. 3: Bárður í Smiðjuni, Suðuroyar judo

 

Í dystinum hjá kvinnuunglinunum vann Fríða Borgarlíð, Skálafjarðar judo, við einum haldi, tá ið hon megnaði at halda Josefinu Fjallsbak úr Vága judofelag tey kravdu 20 sekundini, og so var føroyameistaraheitið hennara. 

Kvinnuunglingar:

Nr. 1: Fríða Borgarlíð, Skálafjarðar judo

Nr. 2: Josefina Fjallsbak, Vága judofelag

Nr. 3: Teresa C. Dahl, Klaksvíkar judofelag

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595