Havnar Telvingarfelag fyllir 100 ár

Havnar Telvingarfelag fyllir 100 ár
Suni Merkistein, Jóannes Guttesen og Andrias Ziska, sum hava verið limir í meira enn 40 ár, vitja morgunsendingina og snartelva, sí video.
 
18.04.2023 - 11:00

Havnar Telvingarfelag er elsta talvfelag í Føroyum, og í dag hátíðarhalda tey 100 ára dagin í hølum felagsins í Finsen í Havn.

Talv er tó aldargamalt í Føroyum. Suni Merkistein, veteranur, hevur skrivað bók um talvsøguna í Føroyum, og hann veit at siga, at talv er gamalt í Føroyum.

Tilvísingar síggjast bæði í kvæðaskaldskapinum og ferðafrásagnum hjá Svabo og aftureftir. Suni Merkistein plagdi at varpa talv út fyrr eisini.

 

Snartalv_NET

 

 

Gongur væl hjá felagnum

Jóannes Guttesen, formaður í felagnum og Andrias Ziska, veteranur, eru fegnir um, at tað gongur væl hjá felagnum framvegis, nú 100 ár eru liðin, síðani felagið varð stovnað.

Andrias Ziska er uppvaksin við talvi og abbi hansara var við til at stovna talvfelagið.

Nakrar avbjóðingar í dag eru, at tað ber til at telva á netinum, og tí skal felagið endurhugsa felagsskapin. Í ár ætla tey at bjóða fleiri tímar fyri óroynd, og tey vóna eisini at fáa fleiri kvinnur at telva, sigur Jóannes Guttesen.

Suni hevði eitt gamalt talv og eina klokku við í útvarpsstovuna, so Andrias og Jóannes - lærlingurin og lærumeistarin - snartelva, meðan Suni varpar út, sum í gomlum døgum.

 

1593969
 

Lurta eftir samrøðuni við teir tríggjar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Morgunlestur leygardagur 14.februar 2026
203861
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Filip: Tað er løtan
204118
Hósdag 12. februar
Jóhanna: Tey dansa eins og skuggar
204119