Russar seta spurnartekin við frágreiðing um eiturgass

Russar seta spurnartekin við frágreiðing um eiturgass
Kina er eisini ivasamt um frágreiðingina, og tí verður torført at finna semju í ST-trygdarráðnum
Sergej Lavrov, russiskur uttanríkisráðharri, sigur, at frágreiðingin kann elva til uppaftur størri øsing
 
17.09.2013 - 15:12

Rusland setur spurnartekin við frágreiðingina, sum ST hevur almannakunngjørt um eiturvápn í Sýria.

Frágreiðingin svarar verri enn so teimum spurningum, sum eru settir, og álopið varð eftir øllum at døma framt, fyri at elva til uppaftur størri øsing, sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov.

Í frágreiðingini verður sagt, at gassið sarin varð nýtt í álopinum, men vápnaserfrøðingarnir siga einki um, hvør nýtti gassið.

Kina eisini atfinningarsamt

Kina hevur longu boðað frá, at landið fer at kanna frágreiðingina við atfinningarsomum eygum.

Tí verður torført at finna semju í trygdarráðnum um frágreiðingina. Hinir londini í trygdarráðnum, USA, Bretland og Frakland, siga seg ikki ivast í, at tað var sýriski stjórnarherunin, sum nýtti eiturgassið.

Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur fyrr sagt, at tað vóru uppreistrardeildirnar sum nýttu geiturgassið í einum álopi í útriðuni av Damaskus. Ban Ki-Moon sigur, at eingin ivi er í frágreiðingini, og at talan var um eitt álop við eiturgassi. Hann skírir álopið sum krígsbrotsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 6. apríl
Bolero - Amy Beach
190318
Sunnudag 6. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190317
Sunnudag 6. apríl
Møti úr Betesda í Klaksvík.
190316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275