Jákup Petur aftur stinnastur

Jákup Petur aftur stinnastur
Jákup Petur Eliassen vann eisini FM-heitið í vegsúkkling, eftir at hann tryggjaði sama heitið í einkultstarti nakrar dagar frammanundan
Jákup Petur Eliassen var enn einaferð ovast á sigursskamlinum
Mynd: tsf.fo  
 
18.06.2023 - 14:16

Jákup Petur Eliassen er føroyameistari í bæði einkultstarti og vegsúkkling. 

Mikudagin vann hann tíðarkappingina á vestara armi av Skálafjørðinum, og leygardagin sigraði hann ímóti kappingarneytunum á 104 kilometur langa teinum úr Runavík til Havnar, skrivar tsf.fo.

Fleiri av argastu kappingarneytunum vóru ikki við í gjár. Magni Hansen, sum trýsti Jákup Petur Eliassen í einkultstartinum, stillaði ikki upp, og tað gjørdu Helgi W. Olsen og Hilmar Hansen heldur ikki.


Gunnar og Jákup Petur struku avstað

Veteranurin, Gunnar Dahl-Olsen, var við, og hann fór undan hinum saman við Jákup Peturi Eliassen, tá teir nærkaðust Funningi. Teir øktu um munin um Eiðisskarð, og hjálptust í mótivindinum í Sundalagnum.

Tá komi var til Hósvíkar, fór Jákup Petur Eliassen undan, og súkklaði solo eftir Oyggjarvegnum til ein tryggan sigur í Havn við tíðini 3:35:06.5. Gunnar Dahl-Olsen troyttaðist so líðandi, men hann fekk so dánt hildið Paula Poulsen aftanfyri seg. Teir komu á mál smáar 10 minuttir eftir vinnaran.

Eftir ætlan skuldi føroyameistaraheitini í býarsúkkling vera um vikuskiftið, men kappingin er útsett av ov lítlari luttøku. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938