Nýføddur grátur uppi á loftinum

Nýføddur grátur uppi á loftinum
Týsnáttina 13. juni átti Christina Jensen eina dóttur heima við hús, og omman tók ímóti
Omman Jórun Høgnesen, foreldrini Christina Jensen og Jóhan Mikkjalsson og lítla Liva Jóhansdóttir.
Mynd: Solby Christiansdóttir  
 
21.06.2023 - 10:16

Sjey minuttir gingu, frá tí at pápin ringdi 112, til lítla Liva Jóhansdóttir varð fødd.

Mamman fekk so brádliga verkir, at ikki var hugsingur um at fara á Landssjúkrahúsið, men hinvegin traðkaði eitt lokalt netverk til. 

 

1606440

 

Óvanliga føðingin gekk fyri seg í øllum góðum heima hjá ommuni í Klaksvík, og í verðina kom ein genta, sum gjørdi so skjótt av, at omman mátti traðka til sum ljósmóðir. 

 

02_liva.jpg

Caption: 
Liva Jóhansdóttir var fødd 13. juni 2023 heima í songini hjá mammu síni.

 

Liva Jóhansdóttir er púra óávirkað av óvanligu umstøðunum, tá ið hon varð fødd. Hon er sunn og frísk og bæði svevur og etur væl. 

 

01_christina_-_johan_-_liva.jpg

Caption: 
Liva er annað barnið hjá Christinu Jensen og Jóhan Mikkjalsson.

 

22. juni er dagurin, tá ið Christina Jensen var sett at eiga annað barnið, men hon kom nakrar dagar fyri tíð og tók alt og øll á bóli, tí hon gjørdi so skjótt av. 

 

 

Tveir dagar eftir føðing fóru Liva og foreldur hennara á landssjúkrahúsið at verða kannað, og har staðfestu tey, at alt er, sum tað skal vera. 

 

01_gilli_og_liva.jpg

Caption: 
Tá ið Gilli vaknaði, var lítlasystirin komin í øllum góðum og lá friðsæl á bringuni á mammu síni.

 

Knapt tvey ára gamli Gilli, svav, meðan foreldur og omma hansara fingu lítlusystur hansara í verðina.

Tá ið hann vaknaði, var hann nakað ørkymlaður av at síggja 10 fólk inni í sovikamarinum rundan um mammuna, sum lá við Livu á bringuni. 

Hann er sera errin av lítlusystur síni. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532