Koppseta fyri krím og koronu

Koppseta fyri krím og koronu
Barnakonur fáa nú eisini ókeypis koppseting fyri kikhosta
Tilboðið um ókeypis koppseting fyr koronu er galdandi fyri fólk, sum eru 65 ár ella eldri og fyritíðarpensjónistar. (Savnsmynd)
 
18.09.2023 - 08:48

Aftur í heyst verður ókeypis koppseting fyri krím og og koronu.

Og nú kunnu barnakonur fáa ókeypis koppseting fyri kikhosta.

Barnakonur kunnu vera koppsettar ókeypis fyri kikhosta frá 24. barnsburðarviku at rokna.

Kunngerðin um hetta kemur 1.oktober.

Og gentur í aldrinum 12-17 ár kunnu vera koppsettar ókeypis fyri HPV.

Tilboðið um ókeypis koppseting fyr koronu er galdandi fyri fólk, sum eru 65 ár ella eldri og fyritíðarpensjónistar.

Tað er eisini fyri fólk, sum hava ávísa sjúku, barnakonur og heilsustarvsfólk.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809