Franskir bøndur hótta við at steingja vegir

Franskir bøndur hótta við at steingja vegir
Bøndurnir hava seinastu tíðina avbyrgt vegir við traktorum og lastbilum, og nú hótta teir við at herða tiltøkini
Løgreglan hevur eisini fyrireikað seg við brynjaðum akførum, um bøndurnir fara at steingja vegir inn og úr París.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.01.2024 - 10:22

Franskir bóndafelagsskapir krevja meira í løn og betri arbeiðsviðurskifti, og hótta í dag við at forða allari ferðslu inn og út úr París.

Bøndur í øllum Fraklandi hava seinastu tíðina avbyrgt vegir við traktorum og lastbilum, og hava elvt til ruðuleika í ferðsluni.

Í gjár vóru framvegis fleiri motorvegir kring um í landinum stongdir.

Seinnapartin í dag ætla bóndafeløgini at herða tiltøkini við at steingja átta vegir til Paris.

Franska stjórnin hevur svarað aftur, at 15.000 løgreglufólk fara at forða fyri, at tiltøkini leggja franska høvuðsstaðin lamnan, og forða fyri, at bøndurnir sleppa inn í býin, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133