Aftur gos á Reykjanesi

Aftur gos á Reykjanesi
Mynd: Laure de Montety  
 
17.03.2024 - 14:31


Klokkan 20:23 í gjárkvøldið fór aftur at goysa á Reykjanesi - bert ein minutt eftir at íslendska veðurstovan boðaði frá, at vandi var fyri, at tað fór at goysa aftur.

Næstan einki fólk var í Grindavík í gjárkvøldið, men í Bláa lóni nærhendis vóru umleið 700 fólk, sum vórðu flutt burtur av myndugleikunum. Tað tók góðan hálvan tíma at fáa flutt øll fólkini burtur.

Hetta gosið minnir nógv um gosið, sum var 8. februar, men Magnús Tumi Guðmundsson, jarðalisfrøðingur, sigur við íslendska kringvarpið RÚV, at hetta er tað sterkasta av gosunum, sum hava verið á Reykjanesi í seinastuni.

Sprungan hesaferð er góðar 3,5 kilometrar long, og grótbræðingin rennur suðureftir móti Grindavík og vestureftir yvir Grindavíkarveg, eins og hon gjørdi 8. februar.

 

Mynd: Laure de Montety

 

Tríggir vegir knýta Grindavík til restina av landinum. Grindavíkarvegur kann ikki brúkast, og vandi er eisini fyri, at grótbræðingin kann koma til Suðurstrandarvegin, sum orsakað av ótryggu umstøðunum eisini er stongdur fyri ferðslu. Triði vegurin til og úr Grindavík er Nesvegur, sum er tryggasti vegur til bygdina beint nú, men hann er í ringum standi frammanundan og tolir ikki tunga ferðslu. Og Nesvegurin hevur eisini fingið smærri skaðar av jarðskjálvtunum í umráðnum, so tað er ikki ósannlíkt, at tað als ikki verður koyrandi til Grindavíkar, skrivar RÚV.

Flogferðslan til og úr Keflavík er ikki ávirkað av hesum seinasta gosinum.

 

Mynd: Laure de Montety

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Hósdag 1. mai
«Eg eri hin góði hirðin»
191279
Hósdag 1. mai
Eitt korter við jazzi 1. mai 2025
191271
Hósdag 1. mai
Brot úr Føroya søgu
191270
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117