Jarðskjálvti: Níggju fólk deyð og 800 løstað

Jarðskjálvti: Níggju fólk deyð og 800 løstað
Hetta er harðasti jarðskjálvti, sum er mátaður í Taivan í 25 ár
Fleiri bygningar í Taivan hava fingið skaða av jarðskjálvtanum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
03.04.2024 - 10:38

Jarðskjálvtin í Taivan í nátt hevur kravt í minsta lagi níggju mannalív, og 800 fólk eru løstað, upplýsa taivansku myndugleikarnir sambært Reuters.

Jarðskjálvtin rakti Taivan, Okinawa-oyggjarnar í Japan og Filipsoyggjarnar. 

Ávarað var eisini um flóðaldu, og fólkið í Okinawa-oyggjunum var biðið um flyta burtur.

Nú eru ávaringarnar avlýstar.

Sambært amerikanska jarðfrøðisstovninum, USGS, var jarðskjálvtin mátaður til 7,4.

Hetta er harðasti jarðskjálvti, sum er mátaður í Taivan í 25 ár. 10.000 húski hava mist streymin.

Tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum í Asia, Philip Róin, sigur, at fólk í økinum eru von við jarðskjálvta, og at infrakervið er bygt at tola harðar skjálvtar. 

Ritzau skrivar, at higartil eru 50 eftirskjálvtar skrásettir. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391