Nýggjur forsætisráðharri í Írlandi

Nýggjur forsætisráðharri í Írlandi
Simon Harris, sum eisini er nýggjur formaður í stjórnarflokkinum Fine Gael, tekur við eftir Leo Varadkar
Simon Harris tekur við sum forsætisráðharri í Írlandi eftir Leo Varadkar. (Mynd: The Independent)
 
09.04.2024 - 14:26

Írland hevur fingið nýggjan forsætisráðharra. 

Semja er í írska tinginum um, at Simon Harris skal vera forsætisráðharri.

Hann var frammanundan millum tey fremstu, favorittur, at taka við eftir Leo Varadkar, sum í mars mánaði boðaði frá sær, at hann leggur frá sær.

 

Fólkaatkvøða gekk ikki eftir vild

Leo Varadkar legði frá sær eftir at fólkaatkvøðu í Írlandi í februar, um at broyta ávísa orðingar í stýrisskipanarlógini, - orðingar, sum Leo Varadkar heldur vera ótíðarhóskandi og sexistiskar. 

Í stýrisskipanini, sum er frá 1937, stendur millum annað, at skyldurnar hjá mammuni eru heima við hús, og tað vildi Varadkar broyta.

Men írska fólkið vrakaði broytingina í stýrisskipanini. Varadkar legði tá eisini frá sær sum formaður í stjórnarflokkinum Fine Gael.

Simon Harris, komandi forsætisráðharri, er eisini nýliga valdur til formann í stjórnarflokkinum Fine Gael, og er yngsti forsætisráðharri higartil í Írlandi. Hann er 37 ára gamal.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862