Kring Føroyar 2024: Pauli tók førarartroyggjuna

Kring Føroyar 2024: Pauli tók førarartroyggjuna
Pauli Poulsen vann fyrsta teinin í Leif Mohr Kring Føroyar-súkklukappingini, og skal súkkla í føraratroyggjuni í dag. Súsanna Skylv var suveren hjá kvinnum.
Pauli Poulsen vann einkultstartin í LM Kring Føroyar mikudagin
 
06.06.2024 - 12:10

Pauli Poulsen vann fyrsta teinin av Kring Føroyar-súkklukappingini, sum byrjaði mikudagin við einkultstarti í Eysturoynni.

Súkklað varð úr Saltangará inn til Skálabotn og síðan út aftur til Saltangará.

Pauli Poulsen vann tryggan sigur og skal tí koyra í Kring Føroyar-føraratroyggjuni í morgin. Við tíðini 39:16.1 var hann hálvan annan minutt framman fyri Bergtór Thorsteinsson, meðan Jákup Petur Eliassen, sum hevur vunnið Kring Føroyar seinastu árini, endaði á triðja plássi.

 

Súsanna var flúgvandi

Súsanna Skylv var suverenur vinnari hjá kvinnum. Hon nýtti 44:09.7 minuttir upp á teinin og var 11 minuttir framman fyri Súsannu Eliassen á 2. plássi.

Annar teinur verður hósdagin, tá súkklararnir aftur eru í Eysturoynni, Byrjað verður úr Kambsdali til Oyndarfjarðar, har vent verður, áðrenn leiðin gongur til Fuglafjarðar, áðrenn endað verður aftur á Kambsdali.

Kappingin byrjar klokkan 14:00, og teinurin er góðar 60 kilometrar langur og hevur umleið 1800 hæddarmetrar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655