Aftur ófriður um íslendsku hvalaveiðuna

Aftur ófriður um íslendsku hvalaveiðuna
Bæði tey, sum eru fyri at skjóta hval, og tey, sum eru ímóti hvalaveiðu, leggja trýst á ráðharran
Í fjør var hvalaveiðan í Íslandi steðgað dagin fyri, hon skuldi byrja. Hvalaveiðan byrjaði 1. september.
 
07.06.2024 - 08:20

Aftur í ár er ófriður um hvalaveiðuna í Íslandi.

Bjarkey Ol­sen Gunn­ars­dótt­ir, matvøruráðharri, fer týsdagin at siga teimum, sum skjóta hval, partafelagnum Hvali, um hon fer at geva loyvi ella ikki.

Bæði tey, sum eru fyri at skjóta hval, og tey, sum eru ímóti hvalaveiðu, leggja trýst á ráðharran.

Tilmælið hjá havstovuni í ár er 161 nebbafiskar. Havstovan sigur, at støðugt fleiri nebbafiskar eru komnir við Ísland, síðani hvalateljingarnar byrjaðu í 1987.

 

Steðgaði veiðuni fyribils

Í fjør boðaði Svandís Svavarsdóttir, sum tá var matvøruráðharri, frá, at íslendska hvalaveiðan var fyribils steðgað til 31.august.

Tað gjørdi hon dagin fyri, at hvalaveiðan skuldi byrja.

Orsøkin var ein frágreiðing frá matvørumyndugleikunum um, at ofta tekur ov langa tíð at fáa lívið av hvali.

Hvalaveiðan byrjaði 1.september. Kvotan í fjør var 148 nebbafiskar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391