Grønlendingar ætla at yvirtaka fosturtøkuøkið

Grønlendingar ætla at yvirtaka fosturtøkuøkið
Í Grønlandi eru fleiri fosturtøkur enn føðingar
Danska lógin um fosturtøku, sum er galdandi í Grønlandi, er frá 1975.
Mynd: Sermitsiaq  
 
13.06.2024 - 10:29

Málsøkið fosturtøka skal yvirtakast í Grønlandi.

Sjálvstýrið og myndugleikar í Danmark kanna nú, hvussu tað kann gerast.

Danska lógin um fosturtøku, sum er galdandi í Grønlandi, er frá 1975.

Hon fylgdi ikki við, tá Grønland yvirtók heilsuverkið í 1992.  

 

Fleiri fosturtøkur enn føðingar

Í Grønlandi eru fleiri fosturtøkur enn føðingar.

Fosturtøkurnar vóru 857 í 2022. 800 kvinnur fingu fosturtøku tað árið.

Í 2021 vóru 842 fosturtøkur. 761 børn vóru fødd í Grønlandi í 2021.

Føðingarnar hava ikki verið so fáar síðani annan heimsbardaga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037