Nato skal samskipa hernaðarliga stuðulin til Ukraina

Nato skal samskipa hernaðarliga stuðulin til Ukraina
Higartil hevur USA samskipað arbeiðið í sonevnda Ramstein-bólkinum
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.06.2024 - 15:14

Nato skal frameftir samskipa hernaðarliga stuðulin til Ukraina.

Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, kunngjørdi hetta á fundi við verjumálaráðharrarnar í dag.

Talan er um leiðsluna í sonevnda Ramstein-bólkinum, sum samskipar hernaðarliga stuðulin úr Vesturheiminum til Ukraina.

- Eg vænti, at ráðharrarnir fara at góðkenna ætlanina um, at Nato tekur yvir uppgávuna frá USA at samskipa vápnastuðulin, sigur Stoltenberg.

Higartil hevur USA skipað arbeiðið í Ukraina Defence Contact Group - stytt UDCG -  sum eisini verður nevndur Ramstein-bólkurin.

At Nato tekur við leiðsluni, verður tikið sum tekin um, at Nato tryggjar seg móti møguligum valsigri hjá Donaldi Trump á forsetavalinum í USA í heyst, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391