DTU: Eitt mistak at krevja 55 metrar

DTU: Eitt mistak at krevja 55 metrar
- Vit harmast, at longdarkravið avmarkar kappingina millum skipasmiðjur, og tí er útbjóðingartilfarið nú broytt, sigur Fritz Köster, stjóri fyri DTU
Nú er líkt til, at Mest eisini sleppur upp í part í undangóðkenningini at byggja nýtt havrannsóknarskip til DTU.
 
19.06.2024 - 10:53

Sambært stjóranum í Danmarks Tekniske Universitet var tað eitt mistak at áseta í útbjóðartilfarið til nýggja havrannsóknarskipið "Dana V", at skipasmiðjur skulu hava royndir við at byggja skip við ávísum kompleksiteti, ið eru 55 metrar long.

- Eg eri nú greiður yvir, at júst kravið um teir 55 metrarnar avmarkar kappingina millum skipasmiðjurnar, og tað er óheppið. Tí hava vit nú broytt longdarkravið til 50 metrar, sigur Fritz Köster.

 

Støðan hjá Mest ávirkaði

Stjóri í DTU váttar, at støðan hjá Mest er beinleiðis orsøk til, at DTU nú broytir útbjóðingartilfarið.

Les eisini: Nú er kravið 50 metrar

Mest bygdi havrannsóknarskipið Jákup Sverra, sum er 54 metrar langt.

- Eg havi sæð aðrastaðni, at skipið er skrásett at vera 55 metrar. Men nú havi eg fingið upplýst, at Jákup Sverri í veruleikanum er 54,1 metrar langur. Tað skal ikki vera ein forðing fyri, at Mest skal kunna bjóða seg fram, sigur Fritz Köster.

 

Mest smíðaði havrannsóknarskipið Jákup Sverra.

 

Skulu hava royndir

Hann vísir samstundis á, at skipasmiðjur skulu framvegis hava royndir við at byggja skip við ávísum kompleksiteti og við eini ávísari longd. Nýggja "Dana V" verður útvið 70 metrar langt og skal byggjast til rannsóknarferðir í Norðurhøvum.

Talan er um eina undangóðkenning, har skipasmiðjur kunnu bjóða seg fram til arbeiðið at byggja havrannsóknarskipið. Síðani velur DTU fýra skipasmiðjur burturúr, sum lúka eina røð av krøvum.

Skipasmiðjurnar fáa síðani møguleika at geva endaligt tilboð.

Avgerðin, hvør fær ordran, verður tikin móti ársenda, sigur Fritz Köster, sum ikki vil seta prís á skipið, áðrenn tilboðini eru latin upp. Men talan er um ein stóran ordra, sigur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. mai
Morgunlestur leygardagur 3.mai 2025
191019
Fríggjadag 2. mai
Vikuskiftið 2 mei 2025
191349
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187