Nigel Farage valdur í parlamentið

Nigel Farage valdur í parlamentið
Formaðurin í Reform UK væntar, at Labour-stjórnin fær stórar trupulleikar skjótt, m.a. tí at Keir Starmer ikki er nóg eldhugaður
Nigel Farage, formaður í Reform UK, er valdur í parlamentið.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.07.2024 - 08:42

Formaðurin fyri Reform UK og brexit-oddamaður, Nigel Farage, er fyri fyrstu ferð valdur í bretska parlamentið. 

60 ára gamli Farage stillaði upp fyri flokkin Reform UK, ytst á høgra vongi í bretskum politikki, í Clacton-on-Sea í landsynningspartinum av Onglandi. Hann hevur sjálvur stovnað flokkin.

Á tíðindafundi í gjárkvøldið takkaði hann sínum veljarum og rósti flokkinum fyri at hava klárað seg so væl.

Hann fanst eisini hvassliga at formanninum í Labour, Keir Starmer, tí Starmer ongan eldhuga hevur og sigur, at Reform UK nú fer at dyrgja eftir Labour-atkvøðum:

 

05072024_Farrage

 

- Formaðurin í Labour Keir Starmer hevur ongan eldhuga. Satt at siga er helvtin av atkvøðunum anti-konservativar atkvøður. Henda stjórnin fær trupulleikar sera, sera skjótt. Vit fara at royna eftir Labour-atkvøðum, eingin ivi um tað, segði Nigel Farage í gjárkvøldið.

Á valinum í 2019 fekk flokkurin, sum hann stillaði upp fyri seinast, Brexit Party, 644.000 atkvøður, men ongan sess.

Í eini kanning sum var gjørd fyri BBC, Sky og ITV á valdegnum í gjár, fær Reform UK 13 sessir í parlamentinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449