ST: Barnasjúkrahús í Ukraina var mál hjá russum

ST: Barnasjúkrahús í Ukraina var mál hjá russum
Kanningar benda á, at talan var ikki um óhapp, men mest sannlíkt, at ein russisk rakett rakti sjúkrahúsið
Tað var ein russisk rakett, sum rakti barnasjúkrahúsið í Kyiv í gjár, sigur ST.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.07.2024 - 17:00

Tað er sannlíkt, at Ohmatdyt-barnasjúkrahúsið í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv var eitt beinleiðis mál fyri russiska álopið í gjáramorgunin. 

Tað staðfestir Danielle Bell, leiðari í ST-sendinevndini, sum heldur eyga við mannarættindum í Ukraina, skrivar bretska blaðið the Guardian. 

Greiningar av upptøkum og kanningar á staðnum geva greiðar ábendingar um, at talan var ikki um eitt óhapp, men at tað er sera sannlíkt, at barnasjúkrahúsið bleiv beinleiðis rakt av eini rakett. 

Danielle Bell vil tó ikki staðfesta fyri vist, at tað var ein russisk rakett, sum rakti barnasjúkrahúsið, men at tað er líkt til, at hon var skotin úr Russlandi.

Maria Zakharova, talskvinna fyri russiska verjumálaráðið, hevur hinvegin sagt, at tað var ein rakett frá luftverjuni hjá ukrainska herinum, sum rakti barnasjúkrahúsið.

Sambært ukrainska forsetanum Volodomyr Zelenskyj doyðu 37 fólk og 170 vóru løstað, tá russar í gjáramorgunin skutu fleiri rakettir eftir málum í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037