Noreg: Tíggjufalda framleiðslu av lóðri og rakettum

Noreg: Tíggjufalda framleiðslu av lóðri og rakettum
Avtala er gjørd við fyritøkuna Nammo, sum ger stórar íløgur í framleiðslu av mest framkomnu spreingiknøttunum hjá norsku verjuni.
Nammo heldur til í Raufoss, 120 kilometrar norðan fyri Oslo.
Mynd: Nammo  
 
10.07.2024 - 15:27

Norska verjan hevur vegna norsku stjórnina gjørt avtalu við Nammo, um at tíggjufalda framleiðsluna av lóðri og rakettum fyri meira enn eina milliard norskar krónur.

Nammo bindur seg til at halda framleiðslustigið í minsta lagi 15 ár.

Avtalan við Nammo í Raufoss í Noregi hevur við sær, at fyritøkan ger íløgur í nýggja framleiðsluskipan, sum kann tíggjufalda framleiðsluna av mest framkomnu spreingiknøttunum hjá norsku verjuni.

- Hetta er stórt framstig fyri Raufoss, sigur stjórin í Nammo-samtakinum, Morten Brandtzæg.

 

Fleiri arbeiðspláss

Stóra framleiðslan merkir eisini fleiri arbeiðspláss, sigur hann.

Nammo tvífaldar eisini orkuna at framleiða annað lóður og rakettmotorar.

Bjørn Arild Gram, verjumálaráðharri, er í Washington, og har boðaði hann frá tíðindunum.

 

Bjørn Arild Gram er norskur verjumálaráðharri. (Mynd: NTB)

 

Tvey høvuðsmál

Hann nevndi tvey høvuðsmál í hesum sambandi:  at kollektiva verjan verður styrkt og framhaldandi stuðul til Ukraina. Tí báðir partar hava tørv á størri framleiðslu av verjuútgerð, av lóðri og vápnum.

- Lóðrið fer til norsku verjuna, men verður eisini sent til onnur lond, sum Noreg hevur avtalu við, sigur Brandtzæg.

900 fólk arbeiða hjá Nammo í Raufoss, sum er 120 km norðan fyri Oslo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786