Javnaðarflokkurin í Havn í tvíningar - nýggjur listi er gjørdur

Javnaðarflokkurin í Havn í tvíningar - nýggjur listi er gjørdur
Alt bendir á, at fýra býráðslimir hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð eru á nýggja listanum, sum Tróndur Sigurðsson hevur tikið stig til
Tróndur Sigurðsson og Heðin Mortensen í ítróttahøllini á Hálsi fyri fýra árum síðani. Nú bendir alt á, at Tróndur Sigurðsson stillar upp á øðrum lista enn javnaðarlistanum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.10.2024 - 11:53

Uppstillingin til kommunuvalið í Havn gekk ikki sum ætlað hjá Javnaðarflokkinum.

Fyrst segði atkvøðuslúkurin og borgarstjórin seinastu mongu árini, Heðin Mortensen, farvæl, og dóttirin, Elin Heðinsdóttir Joensen, kom á listan í staðin. Men so kom Heðin Mortensen aftur, og tá bleiv galið. 

Fyrst fór Kári Johansen á listan hjá Framsókn

Tróndur Sigurðsson, Bjørg Dam og Súna Mørk boðaðu síðani frá, at tey stillaðu ikki upp aftur.

So fór Kári Johansen av aftur listanum hjá Framsókn.

 

Kári Johansen hevur verið formaður í SEV -stýrinum í hesum valskeiðnum. Fyrst skuldi hann stilla upp fyri Framsókn, men nú skilst á lagnum, at hann er á nýggja listanum, sum Tróndur Sigurðsson hevur tikið stig til. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nýggjur listi

Og nú kemur so nýggjur listi, har tað er heilt vist, at Tróndur Sigurðsson er stigtakari og er á listanum, og alt bendir á, at tað eru Kári Johansen, Bjørg Dam og Súna Mørk eisini. Sotatt eru fýra av teimum seks, sum í løtuni sita í Tórshavnar Býráð fyri Javnaðarflokkin, nú uppstillað á øðrum lista.

Tilsamans fingu hesi 1.610 atkvøðu á valinum í 2020. Av teimum fekk Tróndur Sigurðsson 882 atkvøður.

 

Kristianna Winther Poulsen og Heðin Mortensen eru tey einastu av býráðslimunum hjá Javnaðarflokkinum seinasta valskeið, sum stilla upp á javnaðarlistanum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Á javnaðarlistanum eru bara Heðin Mortensen og Kristianna Winther Poulsen eftir av teimum, sum í dag sita í býráðnum fyri Javnaðarflokkin.

Vit høvdu ætlað at spurt tey á nýggja listanum, hvør hugsjónarligur munur er á nýggja listanum og gamla javnaðarlistanum. Ella um listin er gjørdur orsakað av persónligum ósemjum. Men tey vilja ikki gera viðmerkingar, fyrr enn listin er vorðin almennur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656