Stjórin í FBI leggur frá sær

Stjórin í FBI leggur frá sær
Christopher Wray hevur tikið avgerðina sjálvur, tí ábendingar eru um, at Donald Trump ætlar at koyra Wray frá
Christopher Wray hevur verið stjóri í FBI síðani 2017.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.12.2024 - 08:23

Stjórin í amerikansku samveldisløgregluni FBI, Christopher Wray, leggur frá sær stutt eftir ársskiftið.

Hesum boðaði FBI frá í gjár.

Avgerðina um at leggja frá sær hevur Christopher Wray tikið, eftir at komandi amerikanski forsetin Donald Trump hevur givið ábendingar um, at hann ætlar at koyra Wray úr starvinum, og í staðin seta advokatin, Kash Patel, í stjórasessin.

Donald Trump setti sjálvur Christopher Wray sum stjóra í FBI í 2017 til at sita í 10 ár, sum er vanliga áramálið hjá FBI-stjórum. 

Men viðurskiftini millum Trump og Wray - og FBI sum heild - versnaðu í 2022, tá FBI gjørdi húsarannsókn heima hjá Trump í Florida fyri at finna skjøl, sum Trump hevði tikið við sær úr Hvítu Húsunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366