Tríggir danir tiknir fyri at fyrireika rúsevnissmugling til Føroya

Tríggir danir tiknir fyri at fyrireika rúsevnissmugling til Føroya
Hassj og amfetamin vóru smuglað við seglbáti úr Danmark í fjør summar
NSK, sum er stytting fyri National Enhed for Særlig Kriminalitet, og politiið í Føroyum arbeiddu saman um handtøkurnar. 
 
22.01.2025 - 09:11

Tríggir danskir menn, 39, 41 og 46 ár, eru tiknir í Danmark fyri at leggja til rættis smugling til Føroya.

Tveir vóru tiknir í gjár.

Teir eru skuldsettir fyri at hava lagt til rættis, at 22 kilo av hassji og fýra kilo av amfetamini vóru smuglað til Føroya við seglbáti úr Danmark í fjør summar.

Rúsevnini skuldu, sambært skuldsetingini, seljast í Føroyum.

Tiknu menninir eru í skipaða kriminella umhvørvinum í Danmark.

 

 

NSK arbeiddi saman við politinum

NSK, sum er stytting fyri National Enhed for Særlig Kriminalitet, og politiið í Føroyum arbeiddu saman um handtøkurnar. 

Politiið í Eysturjútlandi og á Fjóni hava hjálpt til í handtøkuatsóknini og í rannsóknunum, sum vóru í gjár.

Samstarv er eisini við TAKS og Skattestyrelsen í Danmark.

Menninir, sum vóru tiknir í gjár, eru í løtuni í grundlógaravhoyring í Aarhus. Ákæruvaldið bað um afturlatnar hurðar.

 

Fimm fólk tikin í Føroyum

Politiið í Føroyum tók í august í fjør fimm fólk í sambandi við sama mál.

Fýra teirra eru enn í varðhaldi.

Málið verður viðgjørt í Føroya rætti fyrstu viku í mars.

Teir, sum nú eru tiknir, eru bakmenninir, sigur Michael Kjeldgaard, leiðandi politiinspektørur í NSK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk: Samuel Ervin Beam um Hen´s Teeth
204876
Fríggjadag 27. februar
Morgunlestur fríggjadagur 27.februar 2026
204599
Hósdag 26. februar
RagnarRokk 26.februar 2026
203954
Hósdag 26. februar
RagnarRokk: Zac Tell um Before We All Die
203953
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Sophilia: Føroyingar
204816
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Emma: Kvøða til pinkubarnið
204813