Kina og USA ósamd um upprunan til Covid 19-virus

Kina og USA ósamd um upprunan til Covid 19-virus
CIA vil vera við, at virusið er sloppið úr eini rannsóknarstovu í Kina, men hesum vísa kinesiskir myndugleikar aftur
WHO og Kina siga í felags frágreiðing, at tað er mest sannlíkt, at flogmýs bóru virusið víðari til menniskju. (Savnsmynd)
 
27.01.2025 - 11:12

Kina vísir aftur, at Covid-19-virusið stavar frá eini rannsóknarstovu í Kina.

- Tað er sera ósannlíkt, at virusið stavar frá eini rannsóknarstovu, sigur Kina í aftursvari.

Amerikanska fregnartænasta CIA boðaði um vikuskiftið frá, at tað er meira sannlíkt, at Covid-19-virusið er sloppið úr eini rannsóknarstovu í Kina, enn at djór hava borið smittuna til menniskju.

CIA kunngjørdi niðurstøðuna leygardagin, stutt eftir at kunngjørt var, at John Ratcliffe tekur við leiðsluni í fregnartænastuni, eftir at Donald Trump aftur gjørdist forseti. 

Í fráboðanini hjá CIA verður gjørt vart við, at støðan tó er tikin við fyrivarni. Báðir partar í málinum skuldu framvegis kannast.

Talskvinnan fyri uttanríkisráðið í Kina, Mao Ning, vísir í dag á, at eitt felags toymi av serfrøðingum úr Kina og heimsheilsustovninum WHO hevur kannað rannsóknarstovur í býnum Wuhan í Kina. 

Niðurstøðan hjá teimum var, at eingin ábending var um, at virusið stavar frá eini rannsóknarstovu. 

 

Gevast við at sáa iva

Mao Ning heitti á amerikanskar myndugleikar um at gevast við at sáa iva um upprunan hjá virusinum á politiskan hátt.

Tíðliga í 2021 fór eitt toymi av serfrøðingum hjá WHO til Kina og kannaði upprunan til virusið saman við kinesiskum vísindafólkum. 

Í felags frágreiðing varð mett, at tað var mest sannlíkt, at flogmýs høvdu borið virusið til menniskju, møguliga á einum marknaði.

 Síðani hevur WHO ikki fingið loyvi at senda serfrøðingar til Kina, hóast fleiri ferðir at hava biðið um tað.

Um vikuskiftið segði John Ratcliffe, at raðfest er at finna útav upprunanum til farsóttina. 

Hann staðfesti eisini sína fatan av, at virusið kann knýtast til ein virusfrøðiligan stovn í kinesiska býnum Wuhan.

Fyrstu tilburðirnir av COVID-19 vóru staðfestir í býnum, og flogmýsnar, sum verða hildnar at hava verið orsøkin, halda til einar 1.600 kilometrar frá býnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797