Innbrot í matstovur

Innbrot í matstovur
Tvey fólk eru tikin, og tey eru skuldsett
Vakmyndatól hjálptu politinum at finna og taka tvey fólk fyri innbrot.
 
02.02.2025 - 09:58

Tíðliga í gjáramorgunin var innbrot í tvær matstovur í miðbýnum í Havn, í Haps og í Etika.

Brennivín og pengar vóru stolin.

Seinnapartin í gjár tók politiið tvey fólk, mann og kvinnu. Tey eru skuldsett fyri innbrotini.

Ein "rímiligur partur", sum politiið málber seg, av tí stolna er komin afturíaftur.

Í aðrari mattovuni var ein rútur brotin, í hinari var ein hurð bend útfrá.

Upptøkur frá vakmyndatólum gjørdu, at politiið fekk illgruna til fólkini, sum seinni vóru tikin og skuldsett.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329