Jóhan Christiansen: "Hendan kjansin kundi eg ikki siga nei til"

Jóhan Christiansen: "Hendan kjansin kundi eg ikki siga nei til"
Tað kendist sum ein stórur heiður fyri Jóhan Christiansen, at Tjóðveldi heitti á seg um at vera nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Jóhan Christiansen var sera eyðmjúkur av, at valið fall á seg at gerast landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Mynd: Bárður Lydersen  
 
07.03.2025 - 13:17

Jóhan Christiansen hevur vitað, at hann var í spæl at gerast nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 

Men tað var ikki fyrr enn í gjárkvøldið, at hann fekk at vita, at valið var fallið á seg. 

"Eg fari øgiliga eyðmjúkur til verka, tí eg veit, at tað eru nógv dugnalig fólk í flokkinum, og tí er tað ein stórur heiður, at valið fall á meg," sigur nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. 

Jóhan Christiansen ivaðist tó onga løtu í at taka av, tá honum stóð í boði at gerast landsstýrismaður.

"Hetta er ein kjansur, ið eg ikki kundi siga nei til," staðfestir hann. 

 

Johan_Christiansen_samroda

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595