Sjófeingi: Størri samstarv millum vinnuna og granskingarstovnar

Sjófeingi: Størri samstarv millum vinnuna og granskingarstovnar
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lagt árligu frágreiðingina um sjófeingi fyri løgtingið
Jóhan Christiansen er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
02.04.2025 - 08:23

Føroyar eru fiskivinnutjóð og eiga at leggja størri dent á nýskapan, virðisøking og meirvirking av tilfeinginum.

Tað hava grannalond okkara gjørt.

Tillagingin av skipanini við fiskivinnuroyndum er fyrsta stig á leiðini. Ætlanin næstu árini er at menna skipanina við stuðli til vinnuligar verkætlanir í gransking, menning og nýskapan. 

Skulu vit koma á mál, krevst neyvt samstarv millum vinnuna, granskingarstovnar og landið.

Tað segði Jóhan Christiansen, landssstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, millum annað, tá hann legði árligu frágreiðingina um sjófeingi fram í gjár.

Løgtingið skal hava aðalorðaskifi um hana í morgin.

 

Landingarvirðið á makreli, sild og svartkjafti í fjør var slakar fýra milliardir kr.

 

643.000 tons

Føroysk skip landaðu í fjør okkurt um 643.000 tons undan Føroyum og av øðrum leiðum í norðuratlantshavi.

Ein stórur partur, góð 562.000 tons, vóru makrelur, sild og svartkjaftur.

Samlaða avreiðingarvirðið var oman fyri 3,9 milliardir krónur.

Okkurt um 2,3 milliardir krónur vóru avreiðingarvirði frá makreli, sild og svartkjafti, meðan toskur, hýsa og upsi stóðu fyri umleið 1,1 milliard.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847