Nýggjar leiguíbúðir fáa ikki meirvirðisgjaldið endurrindað

Nýggjar leiguíbúðir fáa ikki meirvirðisgjaldið endurrindað
Andstøðan mælir til at leingja heimildina at endurrinda meirvirðisgjaldið fyri at byggja leiguíbúðir, meðan samgongan bíðar eftir lógaruppskoti frá landsstýriskvinnuni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.04.2025 - 19:43

Tað verður dýrari at byggja leigubústaðir, um meirvirðisgjald skal rindast av byggikostnaðinum. Og tí skal eisini næstu árini bera til at fáa mvg'ið aftur. 

So langt eru samgonga og andstøða samd.

Andstøðan í fíggjarnevndini mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot frá Fólkaflokkinum um at leingja verandi skipan, so tey, sum byggja bústaðir at leiga út, eisini næstu árini fáa meirvirðisgjaldið endurrindað. 

Heimildin, sum kom í mvg-lógina afturi í 2013, fer úr gildi á nýggjárinum.

Endamálið við hesum stuðli var at fáa ferð á, so fleiri leigubústaðir verða bygdir til føroyska bústaðarmarknaðin.

Taks hevur upplýst fyri fíggjarnevndini, at bara í fjør vórðu 30 milliónir krónur endurrindaðar teimum, sum hava bygt leigubústaðir. Og síðstu fimm árini eru tilsamans 188 milliónir krónur endurrindaðar.

Stuðulsskipanin hevur stimbrað bústaðarmarknaðin - fleiri leigubústaðir eru bygdir - og tí eigur skipanin at halda fram, sigur andstøðan í fíggjarnevndini.

-Verður heimildin ikki longd, so er vandi fyri, at bygging av leigubústøðum steðgar upp, siga Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin í sínum minnilutaáliti.

Men hóast landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur upplýst fyri fíggjarnevndini, at hon tekur undir við at skipanin við mvg-afturbering heldur fram, so skal tað ikki gerast beint nú.

Fyrst skulu treytirnar fyri endurrindan kannast nærri. Og tá tað er gjørt, kemur Ruth Vang í løgtingið við uppskoti um at leingja verandi stuðulsskipan. 

Hesum tekur samgongumeirilutin í fíggjarnevndini undir við. Og tí mæla tey eisini løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá andstøðuni.

Undir fíggjarnevndarviðgerðini hevur Taks upplýst fyri nevndini, at Taks fær tinglisið veðbræv í teimum ognum, sum hava rætt til mvg-afturbering. Veðbrævið, sum svarar til mvg-upphæddina, verður standandi í 10 ár, og verður javnað fyri hvørt árið. Verður leigubústaðurin seldur til annað endamál - eittnú til eigaraíbúðir - skal restin av mvg-afturberingini rindast aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846