Óheft greining gerast av Skúvoyarleið

Óheft greining gerast av Skúvoyarleið
Ein óheft greining skal nú gerast av, um - og í hvønn mun - Skúvoy skal vera partur av einum komandi Suðuroyartunli. Løgmaður skal finna óheftu serfrøðina
02.05.2025 - 20:02

Hvat ber til at gera í Skúvoy?

Eftir 2. viðgerð í løgtinginum er spurningurin knýttur uppí aftur málið um Suðuroyartunnilin. Ber til at byrja at bora úr Skúvoy, hvat krevur tað av umhvørvinum í oynni - - og hvat tað fer at kosta. 

P/F Suðuroyartunnilin hevur sagt sítt - privati tunnilsbólkurin hevur sagt sítt... Og tí verður tað ein óheftur, triði partur sum skal gera kanningina fyri løgmann, sum eigur málið. 

Samstundis sum løgmaður nú skal finna onkran óheftan, sum allir partar kunnu hava álit á - ikki minst politiska skipanin, so hevur løgmaður sjálvur fult álit á tunnilsfelagnum, sum sama politiska skipan av fyrstan tíð setti á uppgávuna. 

Aksel V. Johannesen ásannar, at avgerðin um eina óhefta greining kann merkja, at linjuføringin fyri Suðuroyartunnilin, sum P/F Suðuroyartunnilin mælir til, kann broytast.

3. viðgerð av uppskotinum til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum verður 19. mai.

 

 

 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659