Elon Musk veitir føroyingum internet

Elon Musk veitir føroyingum internet
Í síðsta mánaði fekk Fjarskiftiseftirlitið umsóknina, og eftir fáum døgum var loyvi givið
20.05.2025 - 19:28

Felagið hjá Elon Musk - Starlink - hevur fingið loyvi frá Fjarskiftiseftirslitinum at veita føroyingum internet. 

Hetta verður gjørt við antennum, sum samskifta við fylgisveinar, sum ferðast runt í øllum heiminum.

Nógv bendir á, at tíðin er um at renna undan parabolunum, sum vit kenna tær.

"Starlink satelittarnir eru - tað eru kanska eini 6000 aktivir beint nú - teir flúgva niður í 4-500 kilometrum, sum ger tað, at svartíðirnar eru ógvuliga góðar. Faktiskt so góðar sum vit síggja á 4G og 5G her, so tað kann lættliga kappast við tað."

Tað sigur Jan Hammer Egholm, stjóri í Vikmar, sum selur Starlink-antennur til vinnubrúk.

Tað var í  2022, at Starlink fyri fyrstu ferð setti seg í samband við fjarskiftiseftirlitið í Føroyum. Í apríl í ár sendu teir umsóknina, og stitt eftir bleiv loyvi givið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194