Oljugrunnurin 438 milliardir í avlopi fyrra hálvár

Oljugrunnurin 438 milliardir í avlopi fyrra hálvár
Gongdin í fíggjargeiranum er orsøkin til góða úrslitið
Avlopið í oljugrunninum var 698 milliardir norskar krónur fyrstu seks mánaðirnar í ár.
 
12.08.2025 - 14:39

Norski oljugrunnurin hevði stórt avlop í fyrra hálvári.

Avlopið var 698 milliardir norskar krónur, skrivar Reuters. Tað svarar til okkurt um 438 milliardir í okkara pengum.

- Góða gongdin á partabrævamarknaðinum, serliga í fíggjargeiranum, er orsøkin til góða úrslitið, sigur Nicolai Tangen, stjóri í oljugrunninum.

Virksemið hjá oljugrunninum byggir mest á at eiga partabrøv í nógvum fyritøkum um allan heim. Hann er í dag millum størstu almennu pengatangar í øllum heiminum, og eigur í miðal 1,5 prosent av øllum børsskrásettum partabrøvum í heiminum. 

Norski oljugrunnurin var settur á stovn í 1996.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659