Zelenskyj er komin til USA

Zelenskyj er komin til USA
Við sær hevur ukrainski forsetin eina røð av evropeiskum politikarum
Zelenskyj, forseti, hitti ES-nevndarforkvinnuna, Ursulu von der Leyen, í Brússel í gjár. Í dag eru tey bæði og aðrir evropeiskir leiðarar í Washington.
Mynd: Simon Wohlfahrt/AFP/Ritzau Scanpix  
 
18.08.2025 - 08:06

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, er komin til Washington, har hann seinni í dag fer at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump.

Zelenskyj kemur ikki einsamallur. Hann hevur eina røð av evropeiskum leiðarum við sær;

Franski forsetin, Emmanuel Macron, bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, týski kanslarin Friedrich Merz, italska forsætisráðfrúan Giorgia Meloni, finski forsetin, Alexander Stubb, forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, og aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, eru eisini við.

Undan fundinum hevur amerikanski forsetin sett út í kortið fyri fundin í dag.

Á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, skrivar Trump, at Ukraina hevur mist Krim-hálvoynna, og Ukraina má gloyma at sleppa upp í NATO.

"Ukrainski forsetin Zelenskyj kann steðga krígnum við Russland næstan beinan vegin, um hann vil. Ella kann hann halda fram at berjast," skrivar Donald Trump.

Zelenskyj skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at "friðurin skal vera varandi".

"Ikki sum áður, tá Ukraina noyddist at geva Krim frá sær og partar av okkara eystara øki, Donbas, men Putin brúkti heilt einfalt - við tí sum grundarlagi - til at fremja eitt nýtt álop, skrivar Zelensky.

 

Felags viðsjón

Ukrainski forsetin skrivar eisini, at hann og evropeisku stjórnarleiðararnir arbeiða við eini felags visjón fyri eini friðaravtalu, sum kann verða løgd fram fyri Donald Trump í dag.

Men meðan stórfundur verður í Washington í dag, halda álopini á Ukraina fram, og tað gjørdu tey eisini í nátt.

Trý fólk eru dripin og í minsta lagi 17 eru særd eftir enn eitt russiskt dronuálop í næststørsta býnum í Ukraina, Kharkiv, sum millum annað rakti eini íbúðarhús, upplýsa myndugleikarnir á staðnum, skrivar Reuters.

Millum tey deyðu var ein tvey ára gamal drongur, stendur í fráboðanini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738