Hákun ímóti Eliasi í ársins fyrsta dysti

Hákun ímóti Eliasi í ársins fyrsta dysti
Meistarin Füchse Berlin við Hákuni West av Teigum spælir ímóti steypavinnaranum Kiel við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, tá týski Super Cup-dysturin verður í München leygardagin
Hákun West av Teigum og hinir í Füchse Berlin eru favorittar ímóti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Kiel í Super Cup-dystinum leygardagin
 
21.08.2025 - 15:25

Føroysku landsliðsstjørnurnar Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu vera á hvør sínum liðið, tá týska hondbóltsárið verður kastað í gongd við Super Cup-dysti í München.

Hákun West av Teigum heldur fram á høgra veingi hjá Füchse Berlin, sum vann sítt fyrsta meistaraheitið í fjør, meðan Elias Ellefsen á Skipagøtu framvegis er í svørtum og hvítum, hóast søgur settu hann í samband við eitt skifti til GOG í summar.

Høvuðsstaðarfelagið var omaná í innahýsis dystunum í Bundesliguni millum feløgini bæði í fjør. Füchse Berlin vann nevniliga tveir av dystunum og ein endaði við javnleiki. 

Týska Bundesligan byrjar annars næsta mikukvøld, tá Vilhelm Poulsen og Hannover Burgdorf taka ímóti Gummersbach. Hóskvøldið vitjar Kiel hjá Erlangen, og Füchse Berlin spælir á heimavølli ímóti Bergischer HC sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329