Ranja og Sirkill tvísporaðu seg til føroyameistaraheitið

Ranja og Sirkill tvísporaðu seg til føroyameistaraheitið
Ranja H. Djushuus og hesturin Sirkill tryggjaðu sær FM-heiti í tvíspori, tá tey vóru skjótast í Vágum í seinastu kappingini í summar
Ranja H. Djurhuus og Sirkill tryggjaðu sær FM í tvíspori við sigri í Vágum um vikuskiftið
Mynd: Ríðisamband Føroya  
 
31.08.2025 - 14:38

Ranja H. Djurhuus og hesturin Sirkill livdu upp til vónirnar, tá tey vóru skjótast í Vágum í seinastu kappingini í tvíspori í summar.

Tey vóru í góðari støði eftir sigurin fyri tveimum vikum síðan, og tryggjaðu sær eisini føroyameistaraheitið við nýggjum sannførandi sigri leygardagin, skrivar Ríðisamband Føroya.

Vinnaratíðin var 17.92 sekund. Barbara Carlsen, sum reið á Svannu, varð nummar tvey við 18.43, og á 3. plássi endaði Ása Bárðardóttir á Silfá. Føroyameistararnir fingu 28 stig tilsamans, og seks stig vóru niður til 2. plássið.

Ranja H. Djurhuus er bert 17 ára gomul, og hetta er fyrsta árið, hon kappast í fyrsta flokki í tvíspori. Harumframt er hetta fyrsta ferðin, at eitt ross, sum hoyrir heima í Nólsoy, vinnur eitt FM-heiti. Óli Svein Lutherusson eigur Sirkill.

Tvíspor ung vann Sólrun Lútzen á Thor úr Syðradali. Tey vunnu eisini FM við 33 stigum. Simona Tornby og Gígur yvirhálaðu Lív Djurhuus á Dropa við teprum sigri í trav um vikuskiftið og fóru tískil avstað við FM við 25 stigum ímóti 24.

Í skeið vann Stígur og Randarsól Heinensen á Brúna hjá Jóannesi Debes, og í tøltinum var tað Brynjar og Regin Johannesen sum vunnu á Tango hjá Silju G. Eystberg. FM-raðfylgjan var hin sama.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634