Sarkozy í fongsul

Sarkozy í fongsul
Fyrrverandi franski forsetin er dømdur fimm ára fongsul
Nicolas Sarkozy fer nú at sita dómin.
Mynd: Julien De Rosa/AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.10.2025 - 08:17

Um júst eina viku byrjar fyrrverandi franski forsetin Nicolas Sarkozy at sita dóm sín í La Santé-fongslinum í París.

Sarkozy var í síðsta mánaði dømdur fimm ára fongsul, skrivar the Guardian.

Fyrrverandi franski forsetin var funnin sekur í ákærunum um samansvørjing í einum stórum korruptiónsmáli, har hann millum annað var ákærdur fyri at hava tikið ímóti pengum frá Muammar Gaddafi-stjórnini í Libya í 2007 í sambandi við sítt egna valstríð.

Nicolas Sarkozy var forseti frá 2007 til 2012.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659