- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jana: Blandaðar kenslur eftir Montenegro-tap
Jana Mittún hevði blandaðar kenslur eftir 32-26 tapið fyri Montenegro við Tjarnir leygarkvøldið.
Tað er eingin skomm at tapa ímóti Montenegro, sum í nógv ár hevur talst millum 10 tey bestu liðini í Evropa, sum liðskiparin Pernille Brandenborg segði, men tá tú kortini fylgir væl og virðiliga við til hálvleiks, er spell, at missa takið eftir steðgin, helt Jana Mittún.
- Vit spæla ein flottan 1. hálvleik, har vit halda okkum til avtalurnar, og tær eru rættiliga ørkymlaðar, men í seinna hálvleiki koma vit út við einum øðrum úttrykki og klára ikki at standa ímóti teirra trýsti, segði Jana Mittún.
Viborg-bakkurin gekk sum ikki einaferð á odda í føroyska álopsspælinum og var eisini toppskjútti við seks málum. Tær seks misnýttu royndirnar søgdu kortini eisini sína søgu, og Jana Mittún ásannaði eisini, at hetta var ein dystur, sum nokk fór at merkjast komandi dagarnar.
- Tað virkar, sum vit ikki hava meir orku eftir í seinna hálvleiki, og halda okkum ikki til avtalurnar, sum vit gjørdu sera væl fyri steðgin, og tá verður ringt at standa ímóti einum so góðum liði, segði Jana Mittún, sum eins og hinar hevði sera trupult við at sleppa ígjøgnum til kjansir eftir steðgin.
- Tað er ørkymlandi. Tað er eitt, sum vit skulu heim at hyggja upp á. Vit koma ikki ordiliga til kjansir í álopinum, og tá vit gera, brenna vit ov illa, segði Jana Mittún.




















