Tveir ukrainskir ráðharrar koyrdir frá

Tveir ukrainskir ráðharrar koyrdir frá
Annar ráðharrin er undir illgruna fyri umfatandi mutur á orkuøkinum
German Galusjenko er annar ráðharrin í Ukraina, sum er koyrdur frá. Hann er undir illgruna fyri mutur.
Mynd: Reuters  
 
19.11.2025 - 16:30

Tveir ukrainskir ráðharrar eru koyrdir frá, skrivar norska kringvarpið. 

Talan er um løgmálaráðharran, German Galusjenko, og orkumálaráðharran, Svitlanu Hryntsjuk. 

Sambært ukrainskum miðlum er Galusjenko undir illgruna fyri umfatandi mutur á orkuøkinum.

Í gjár kannaði NABO, sum er ukrainski stovnurin móti mutri, bústað hansara og høvuðsstøðina hjá Energoatom, sum er eitt alment partafelag, ið rekur kjarnorkuverkini í landinum. 

Galusjenko var orkumálaráðharri, áðrenn hann tók við sum løgmálaráðharri í summar. 

Ukrainski stovnurin móti mutri vil vera við, at 100 mió, dollarar, ella góðar 646 mió danskar krónur, eru hvítvaskaðar hjá almenna partafelagnum, Energoatom.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904