HM: Spíska sær vápnini við venjingardysti ímóti Íslandi

bannari
HM: Spíska sær vápnini við venjingardysti ímóti Íslandi
Føroysku hondbóltskvinnnurnar spíska sær vápnini undan HM-endaspælinum við venjingardysti ímóti Íslandi við Tjarnir í kvøld
HM-endaspælið nærkast av álvara. Í kvøld er venjingardystur ímóti Íslandi á skránni
Mynd: Bárður Lydersen  
 
22.11.2025 - 10:36

Punktum verður sett fyri HM-fyrireikingarnar hjá føroysku hondbóltskvinnunum, tá Ísland vitjar við Tjarnir í kvøld.

Landsliðshópurin hevur vant saman síðan mánadagin, og nú skal tað seinasta fáast upp á pláss, áðrenn fráferð til Týsklands mánadagin og dystin ímóti Montenegro mikudagin.

Júst hesum báðum londunum hevur Føroyar spælt ímóti fyri kortum í EM-undankappingini. Tað eydnaðist endiliga at vinna á Íslandi, áðrenn Montenegro vórðu eitt vet ov sterkar í Føroyum.

Serliga Tatjana Brnovic á strikuni hjá Montenegro gav føroysku verjuni stórar trupulleikar, og júst sterkar strikur hava verið ovarliga á breddanum hjá Claus Mogensen hesa vikuna.

 - Hesum høvdu vit trupulleikar við ímóti Montenegro, men vit spæla eisini ímóti Spania, sum jú eisini hevur líka stórar og sterkar strikuspælarar, segði Claus Mogensen við 3-2

SÍ EISINI: Hondbóltskvinnurnar møttar til HM-fyrireiking

Sambært Portal.fo er ætlanin at brúka allan hópin í dystinum ímóti Íslandi í kvøld. Íslendingar fyrireika seg eisini til endaspælið.

Dysturin er klokkan 19.00 í kvøld, og Kringvarpið vísir dystin frá klokkan 18.50.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763