Fýra fólk deyð í russiskum dronuálopi á Kharkiv

Fýra fólk deyð í russiskum dronuálopi á Kharkiv
Ukraina svaraði aftur við at leypa á Russland, sum skeyt 93 ukrainskar dronur niður
Fýra fólk doyðu og fleiri vóru særd í russiska dronuálopinum í gjárkvøldið.
Mynd: Vyacheslav Madiyevskyy/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
24.11.2025 - 08:50

Fýra fólk hava latið lív og fleiri eru særd, eftir at Russland í gjárkvøldið leyp á ukrainska býin, Kharkiv.

- Hetta er eitt ógvusligt álop, skrivar borgarstjorin í býnum, Ihor Terekhov, á Telegram, sambært Reuters tíðindastovuni.

Í minsta lagi 15 dronuálop eru skrásett í økinum kring Kharkiv.

Samstundis hevur Ukraina eisini lopið á Russland.

Sambært russiska verjumálaráðnum eru 93 ukrainskar dronur skotnar niður.

Eingi boð eru komin um, at fólk hava latið lív ella hava fingið skaða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044