Stjórin um EHF og IHF: Vita meir um EM í Oslo enn HM í Trier

Stjórin um EHF og IHF: Vita meir um EM í Oslo enn HM í Trier
Evropeiska hondbóltssamgongan er eitt sindur raskari at skipa fyri og kunna enn altjóða samgongan IHF. Tað fortelur HSF-stjórin, sum kortini letur væl at í Trier
25.11.2025 - 10:51

Tað er ein ávísur munur á evropeisku hondbóltssamgonguni EHF og altjóða hondbóltssamgonguni IHF.

Tað sigur stjórin í Hondbóltssambandinum Andrass Thomsen, nú eitt føroyskt A-hondbóltslandslið spælir við um heimsmeistaraheitið fyri fyrstu ferð.

EHF skipar fyri EM-endaspølunum, har bæði menn og kvinnur hava kappast síðstu árini, meðan HM kemur undir veingjabreiðið hjá IHF.

 - Hjá EHF er alt øgiliga væl skipað. Tú færst alla kunningina í øgiliga góðari tíð, og eg haldi, at til beint áðrenn vit fóru avstað, vistu vit meir um EM í Oslo enn HM her í Trier, sigur Andrass Thomsen.

 - Tað var kanska eisini meir stórsligið hjá EHF, sigur HSF-stjórin, sum kortini letur væl at umstøðunum í lítla týska býnum, har føroyska ferðalagið býr beint við síðuna av høllini, har venjing og dystirnir í bólkaspælinum vera.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329