Venjarin: Verjuspælið verður avgerandi ímóti Montenegro

Venjarin: Verjuspælið verður avgerandi ímóti Montenegro
Um Føroyar fær tálma spælskiparanum og strikuspælaranum hjá, ber til at fáa eitt gott úrslit ímóti Montenegro í fyrsta HM-dystinum í annaðkvøld
25.11.2025 - 13:40

Um tað skal eydnast Føroyum at fáa eitt gott úrslit ímóti Montenegro í annaðkvøld, skal verjuspælið sita. 

Tað sigur venjarin Claus Mogensen, sum eisini staðfesti, at hann hevði eitt sjúku- og skaðafrítt lið til venjing um middagsleitið.

 - Tað er greitt, at um tey skora 35 mál, verður tað torført at vinna, so verjuspælið hevur sjálvandi høga raðfesting, segði venjarin beint eftir venjingina.

 - So fáa vit ein góðan verjuinnsats geva vit okkum sjálvum ein møguleika at fáa okkurt burturúr.

Montenegro vann 32-26 á Føroyum í EM-undankappingardystinum við Tjarnir í oktober, tá føroyingarnir høvdu serliga ilt við at steðga spælskiparanum Matea Pletikosić og sterku strikuni Tatjana Brnovic.

Í álopinum verður Jana Mittún aftur í høvuðsleiklutinum, men venjarin leggur dent á, at Súna Krossteig Hansen og Maria Pálsdóttir Nólsoy eisini skulu taka ábyrgd í ágangandi gjøgnumbrotsspælinum, sum riggaði væl seinast.

 - Vit mugu breiða spælið út og forða fyri, at tær sleppa at standa kompakt og spæla upp á kroppsligu styrkini. Vit mugu hinvegin fáa spælið at snúgva seg um skjótar føtur, sigur Claus Mogensen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290