HM25: Lív hildið lív í føroyska álopsspælinum í fyrra hálvleiki

bannari
HM25: Lív hildið lív í føroyska álopsspælinum í fyrra hálvleiki
Í dystinum móti Spania var eiðasørt hjá Lív Poulsen. Lív hevur tikið annað skin um bak og hevur verið næstan Frøkun 100 prosent móti Paraguai. 16-13 til Føroyar í hálvleikinum
Mynd: Jure Erzen / kolektiff  
 
30.11.2025 - 14:24

Støðan er 16 -13 í hálvleikin til Føroyar móti Paraguai.

Fyrri hálvleikur hevur verið eitt sindur misjavnur. 

Byrjanin hjá Føroyum móti Paraguai var eitt sindur trilvandi.

Lyklaleikararnir Jana Mittún og Súna Hansen virkaðu eitt sindur tungar í álopsspælinum. 

Tað skal eisini sigast, at verjuspælið hjá Paraguai var skipað fyri at steðga júst teimum báðum. 

 

Lív næsta frøkun 100 prosent

Tá múrurin í føroyska málinum, Rakul "The Wall" Wardum, aftur byrjaði at vísa stórspæl, so var lag á manni hjá Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen at fara í skjótálop. 

Lív helt lív í føroysku álopsspælinum í fyrra hálvleiki,tí eitt vóru skjótálopini, men tá verjuspælið hjá Paraguai var miðsavnað um Janu Mittún og Súnu Hansen, so var gott pláss til vengurnar, og har var Lív Poulsen eisini stinn í dag. 

Meira striltið gekk tað hjá Rannvá Olsen á vinstra vongi, ið ferð eftir ferð er blivin lumpað av dugnaliga málverjanum hjá Paragui, Fatimu Ocampos Morel

 

Skutu Morel heita

Yvirhøvur hava føroysku leikararnir enn einaferð skotið ein málverja glóð heitan, eins og tær gjørdu móti Montenegro. Í dag er tað Fatima Ocampos Morel í málinum hjá Paraguai. 

Føroyar kundu verið langt frammanfyri, um tær høvdu skorað upp á allar 100 prosent málmøguleikarnar og skjótálopini. 

Leikararnir úr Paraguai eru hinvegin kvikir og góvu føroysku verjuni høvuðbrýggj, og hevði tað ikki verið fyri Rakul í málinum, so var støðan ein heilt onnur.  

Her eru hagtølini frá dystinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804