Ljóðviðurskiftini á Skúlanum á Trøðni kunnu bøtast fyri 2,4 milliónir

Ljóðviðurskiftini á Skúlanum á Trøðni kunnu bøtast fyri 2,4 milliónir
Landsverk sigur, at ljóðviðurskiftini í skúlanum á Trøðni eru heilt vánalig eftir nútíðar krøvum um eftirklangstíð og til ein serskúla
Landsverk mælir til at gera nýtt akustikkloft og slagfastar vegabsorbentar á Skúlanum á Trøðni.
 
01.12.2025 - 07:43

Fyri 2,4 mió. kr. fæst týðandi betri ljóðumhvørvi í skúlanum á Trøðni.

Tað sigur Landsverk við Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, sum hevur sent fíggjarnevndini hjá løgtinginum svarið.

Játtanin kann býtast millum tvey fíggjarár. 

Landsverk mælir til at gera nýtt akustikkloft og slagfastar vegabsorbentar. 

Landsverk sigur, at ljóðviðurskiftini í skúlanum á Trøðni eru heilt vánalig eftir nútíðar krøvum um eftirklangstíð og til ein serskúla. 

Tá skúlin var tikin í brúk í 1976, var kunnleikin um ljóðviðurskifti ikki tann sami sum í dag. 

Samanumtikið er talan um ein ítøkiligan trupulleika, sum sannlíkt ávirkar starvsfólk og næmingar, sigur Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262