Ingi Olsen: Elias fer at spæla ein leiklut í dystinum móti Sveis

Ingi Olsen: Elias fer at spæla ein leiklut í dystinum móti Sveis
Tá tað nú hoyrist, at Kjartan Johansen, ið eisini er spælskipari, situr yvir móti Sveis, so merkir tað, at Elias fer at spæla ein leiklut í dystinum, heldur Ingi Olsen
15.01.2026 - 23:00

Ingi Olsen, hondbóltsviðmerkjari, er ikki í iva um, at Elias Ellefsen á Skipagøtu fer at spæla við móti Sveis. Spurningurin er bara hvussu nógv og í hvørjari útgávu?

"Nú spæla Føroyar nógv sjey móti seks, og tað ger, at Elias kann umganga harðar nærdystir sum kunnu meiðsla økslina, sum tú annars upplivir seks móti seks," greiðir Ingi Olsen frá. 

Men tann sannroynd, at tað nú frættist, at Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal sita yvir í morgin, merkir, at Elias kemur á vøllin. 

"Kjartan Johansen er eisini spælskipari, og um hann ikki er við, so merkir tað, at Elias fær ein leiklut í dystinum."

Ingi Olsen leggur ikki fingrarnar ímillum, men staðfestir, at hóast dystirnir móti Italia vístu, at nógvir av leikarunum hava gjørt framstig, so er Elias Ellefsen á Skipagøtu enn avgerandi fyri føroyska manslandsliðið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472