- Tíðindi, mentan og ítróttur
Líka við at støkka til okkara fyrimun
Tað var stórdrama í Oslo, tá føroysku hondbóltsmenninir bjargaðu sær eitt stig í evstu løtu í EM-dystinum ímóti Sveis.
Tað sást á øllum brøgdum uttaná spælarunum eftir dystin, men kenslan innaní var hin sama. Tað kundi verið betri, men stigið kom sera væl við.
- Tað er alvorliga blandað, segði Teis Horn Rasmussen beint eftir dystarlok í Unity Arena.
- Mitt í seinna hálvleiki er hann líka við at knekka til okkara fyrimun, men so koma teir við aftur, og vit skulu vera glaðir fyri at fáa eitt stig her til seinast, segði strikuspælarin.
Føroyar vóru frammanfyri við seks eitt skifti eftir dreymabyrjan í seinna hálvleiki, men Sveis fekk tak á dystinum aftur, og eitt skifti sá út til, at teir fóru at hála sigurin heim.
Ikki minst, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu streyk ígjøgnum, men mátti síggja Nikola Portner bjarga skotinum. Tíbetur bjargaði Pauli Jacobsen í hinum endanum, áðrenn Vilhelm Poulsen akkurát fekk tíð at javna.
Sveis gjørdi skjótt av, og kastaði bóltin í tóma málið, men eftir at dómararnir høvdu hugt at endurtøkunum var avgjørt, at bólturin ikki var innanfyri, áðrenn klokkan ljóðaði.
- Eg var bangin fyri, at teir fóru at døma trok ímóti Vilhelm, segði Teis Horn Rasmussen. Soleiðis varð tíbetur ikki, og Føroyar hava fingið sítt fyrsta EM-stig, áðrenn Montenegro bíðar sunnudagin.




























